Úrslitið fyri Vónin samtakið í 2019 var 52,9 mió.kr. í mun til 44,0 mió.kr. í 2018. Framgongd hevur verið á stórt sæð øllum rakstrarstøðum. Sølan í Vónin samtakinum í 2019 var 522,4 mió.kr. í mun til 492,7 mió.kr. í 2018. Bróðurparturin av søluni liggur uttanfyri Føroyar. Eginognin fyri Vónin samtakið var 275,2 mió.kr. við ársenda 2019 í mun til 235,5 mió.kr. við ársenda 2018. Í Vónin samtakinum arbeiða umleið 400 starvsfólk.
Góða gongdin í fiski- og alivinnuni seinnu árini á okkara leiðum, hava gjørt, at vøkstur hevur verið í virkseminum í Føroyum. Seinastu árini hevur eftirspurningurin úr útlondum eftir útgerð frá Vónini eisini verið støðugt vaksandi.
Starvsfólkatalið í Føroyum er í tíðarskeiðinum 2010 til 2019 vaksið frá 62 til 100.
Vónin hevur havt virkir í Kanada síðan 1989, í Grønlandi síðan 2002 og í Norra síðan 2008. Virksemið í hesum londum hevur seinnu árini verið vaksandi.
Framleiðsluvirkið í Litava, sum byrjaði í 2014, er, við sínum 10.000 fermetrum og 200 starvsfólkum, við til at bera vøksturin í samtakinum. Framleiðslan í Litava ger at veitingartrygdin og – tíðin eru munandi betri enn áður.
- METING AV GÓLVSØLU
- Meting 08-10-2024
Eiði 0 kg Klaksvík 0 kg Leirvík 0 kg Miðvágur 0 kg Toftir 0 kg Tórshavn 0 kg Tvøroyri 0 kg Vágur 0 kg Samla.......... 0 kg - GÓLVSØLU YVIRLIT
- Sølur 08-10-2024
Samla............ 0 kg - TELEFONSØLUR
-
Sølur 08-10-2024
Samla........... 0 kg