Kunning viðvíkjandi botnfiskaveiðu á Føroya Banka
Skrivað : Finnbjørn Vang | 12-06-2022 20:00

Her er kunngerðin, upprit til kunngerð og viðmerkingar frá Meginfelag Útróðrarmanna til royndarfiskiskap á Føroya Banka. 

Talan er um meiri enn eitt hoyringsskriv, men skal tað "lesast" undir einum. Spurningar og viðmerkingar eru vælkomnar, helst á komandi aðalfundi, ið verður lýstur skjótast gjørligt.

Vegna Meginfelag Útróðrarmanna,

Finnbjørn Vang 

 

 

Kunngerðin:

 

Uppskot til

 

Kunngerð um

tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2022

 

Við heimild í § 22, stk.1 og stk. 2, § 34, stk. 1, nr. 1 og 3, stk. 2, nr. 2, 4, 5 og 10, § 38, stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr.

152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020 og løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 verður ásett:

 

Virkisøki

 

§ 1. Kunngerðin ásetir tíðaravmarkaða serskipan fyri fiskiskap eftir botnfiski við línu, tráðu, snøri ella snellu á Føroyabanka í 2022 fyri fiskifør undir føroyskum flaggi, mest loyvda fiskidagatal og aðrar treytir í

fiskiskapinum

 

Allýsing

 

§ 2. Í hesi kunngerð er Føroyabanki leiðirnar innan fyri beinar linjur, drignar gjøgnum hesi støð í hesi raðfylgju:  a) 60°57'20"N - 07°57'00"V

  1. 61°03'00"N - 07°57'00"V

 

  1. 61°15'30"N - 08°16'00"V
  2. 61°13'20"N - 08°42'12"V
  3. 61°00'00"N - 09°11'00"V
  4. 60°48'40"N - 09°25'00"V
  5. 60°26'00"N - 09°08'25"V
  6. 60°36'30"N - 08°45'00"V
  7. 60°45'40"N - 08°37'00"V
  8. 60°57'20"N - 07°57'00"V

 

Fiskidagatal

 

§ 3. Fiskifør, sum í 2022 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 18, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini, kunnu royna við línu í samanlagt 150 fiskidagar á Føroyabanka í 2022. Hvørt fiskifar kann í mesta lagi royna í 8 fiskidagar.

 

§ 4. Fiskifør, sum í 2022 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4 sambært § 18, stk. 1, nr. 3 í løgtingslógini kunnu royna við línu ella snellu í samanlagt 150 fiskidagar á Føroyabanka í 2022. Hvørt fiskifar kann í mesta lagi royna í 8 fiskidagar.

 

§ 5. Fiskifør, sum í 2022 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 5 sambært § 18, stk. 1, nr. 5 í løgtingslógini, kunnu royna við línu, snellu, snøri ella tráðu í samanlagt 30 fiskidagar á Føroyabanka í 2021.

 

Uppgerð av fiskidøgum

 

§ 6. Fiskidagar verða gjørdir upp sambært § 2, nr. 10 í løgtingslógini.

 

Avhending av fiskidøgum

 

§ 7. Fiskidagar, tillutaðir fiskifari, sambært § 3 kunnu í 2022 avhendast øðrum fiskifari við fiskiloyvi sambært § 3.  Stk. 2. Fiskidagar, tillutaðir fiskifari, sambært § 4 kunnu í 2022 avhendast øðrum fiskifari við fiskiloyvi sambært § 4. Stk. 3. Tá fiskidagar verða avhendir, verður talið av fiskidøgum, ið verður avhendað, umroknað eftir ásetingunum í kunngerð um áseting og útrokning av fiskiorku í sambandi við avhending og flyting av fiskidøgum og broyting av fiskifari.

Stk. 4. Vørn skal hava fráboðan um avhending av fiskidøgum. Fráboðanin skal gerast skrivliga og skal váttast av báðum pørtum. Áðrenn avhendaðu fiskidagarnir kunnu nýtast, skal Vørn við skrivligari fráboðan til báðar partar hava staðfest, at avhendingin kann fremjast, og hvussu nógvar fiskidagar móttakarin hevur ræðið á aftan á avhendingina.

 

Fiskiloyvi

 

§ 8. Fiskiskapur sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum áðrenn dd.mm.2022 hava veiðiloyvi ella hava rætt til fiskiloyvi í bólki 5, sambært § 18, stk. 1, nr. 5 í løgtingslógini, og sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn.

 

Eygleiðari

 

§ 9. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.

 

Sýni og kanningar

 

§ 10. Fiskifør kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.

Stk. 2. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, harundir av stødd, vekt og dygd.

 

Virking umborð

 

§ 11. Loyvt er ikki at virka veiðu umborð. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur, avhøvdaður, skráskorin ella stertur skorin av, sama hvussu hann er goymdur.

 

Veiðuskráseting

 

§ 12. Fiskifar við fiskiloyvi sambært hesi kunngerð, sum á sama túri roynir aðrastaðni enn á Føroyabanka, skal, tá ið avreitt ella landað verður, tilskila, hvussu nógv av veiðuni er fingin á Føroyabanka, flokkað eftir fiskasløgum.

 

 

Fráboðanir

 

§ 13. Fiskifar, ið fiskar sambært hesi kunngerð, skal boða Vørn frá umvegis fráboðanarskipanina á heimasíðuni www.vorn.fo, ella umvegis talgilda veiðidagbók, tá farið verður úr havn, og tá komið er aftur í havn.

 

§ 14. Bátar við fiskiloyvi sambært § 5 skulu hava fylgisveinaútgerð umborð, sum er góðkend av Vørn, og sum til einhvørja tíð kann upplýsa um knattstøðuna hjá bátinum. Farið verður fram eftir somu mannagongd og treytum, sum ásett í kunngerð um eftirlit við fiskiførum um fylgisvein.

 

 

Revsing

 

§ 15 . Brot á §§ 11-14 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, ið ikki fylgir boðum sambært § 10 ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 9.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.

 

Gildistíð

 

§ 16. Henda kunngerð kemur í gildi 1.mai 2022 og fer úr gildi 1. januar 2023.

 

 

 

 

Fiskimálaráðið, dagfesting

 

 

Árni Skaale  landsstýrismaður

 

 

/ Rógvi Reinert

 

 

Uppritið frá Fiskimálaráðnum:

 

Upprit

 

Um kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2022

 

Málið er tikið upp, tí ætlanin er at lýsa kunngerð, sum loyvir línuskipum í bólki 3, útróðrarbátum í bólki 4 og útróðrarbátum í bólki 5 at royna á Føroyabanka við línu ella øðrum húkareiðskapi í 2022.

 

Skipanin hevur seinastu árini verið, at útróðrarbátar undir 15 tons hava fingið loyvi at royna á Føroyabanka í avmarkað dagatal við snellu, snøri ella tráðu. Síðani 2014 hevur eisini verið loyvt snellubátum,15-110 tons, at royna í samanlagt 30 dagar á Bankanum.

 

Í ár er ætlanin at víðka skipanina soleiðis, at umframt útróðrarbátar, verður eisini loyvt hjá línuskipum royna við línu.

 

Havstovan hevur undanfarin ár mælt frá at loyva vinnuligum fiskiskapi á Føroyabanka, tí toskurin er so illa fyri. Í 2022 mælir Havstovan tó til, at latið verður upp fyri vinnuligum fiskiskapi við línu á Føroyabanka, og at línufør fáa 200 fiskidagar tilsamans. Fyri at halda veiðitrýstinum á toski niðri eigur snellufiskiskapur á Bankanum at vera avmarkaður í størst møguligan mun. (sí Tilmæli um fiskiskap eftir tosk, hýsu og upsa í 2022, tøkt á www.hav.fo).

 

Fiskidagaskipan og býtið

Fiskiskapurin á Føroyabanka í 2022 verður skipaður við fiskadagaskipan. Samlaða fiskidagatalið er sett til 330 fiskidagar. Hetta er meira enn teir 200 fiskidagarnir, ið Havstovan mælir til. Mett verður kortini ikki, at ein við hesum gongur stovninum á Føroyabanka ov nær. Øll skipanin í 2022 er grundað á varsemi. Talan er um eina tíðaravmarkaða serskipan.

 

Eftir uppskotinum til kunngerð kann fiskiloyvi á Føroyabanka í 2022 vera latið fiskifari, ið hevur rætt til fiskiloyvið í einum av hesum bólkum:

 

  • Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons.
  • Bólkur 4: Útróðrarbátar 15-110 tons á veiðu við línu
  • Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á veiðu við húki.

 

Í talvu 1 eru teir 330 fiskidagarnir býttir millum teir tríggjar bólkarnar.

 

 

Ministry of Fisheries

 

Yviri við Strond 15  •  P.O. Box 347  •  FO -110  Tórshavn  •  Faroe Islands Tel. (+298) 35 30 30  •  fisk@fisk.fo  •  www.fisk.fo

 

FISKIMÁLARÁÐIÐ

 

Talva 1: Fiskidagaskipan á Føroyabanka í 2022, fiskidagatal býtt á bólkar av fiskiførum og á fiskifør

Bólkur

Fiskidagar, samanlagt

Fiskidagar, hvørt fiskifar

Fiskifør við loyvi í bólki 3, línuskip yvir 110 tons

150

8

Fiskifør við loyvi í bólki 4, útróðrarbátar 15-110 tons

150

8

Fiskifør við loyvi í bólki 5, útróðarbátar undir 15 tons

30

felagsdagar

Samantalt

330

 

 

Eftir uppskotinum kann hvørt línuskip og hvør útróðarbátur í bólki 4 í mesta lagi royna í mesta lagi 8 fiskidagar á Føroyabanka. Samlaða dagatalið er býtt javnt millum veiðiloyvini í hvørjum bólki. 

 

Minstu útróðrarbátarnir undir 15 tons fáa felags fiskidagar, eins og skipanini higartil hevur verið hjá teimum  Bankanum, og eins og í fiskidagaskipanini á landgrunninum. 

 

Sambært lógini er ein fiskidagur hjá línuskipum og útróðrarbátum yvir 15 tons hvørjar 24 tímar, fiskifarið hevur verið til fiskiskap. Hvør túrur verður roknaður at byrja, tá farið verður úr havn, og at enda, tá komið er aftur í havn. Hjá báti undir 15 tons telur hvør túr ein fiskidag, hóast túrurin er longri enn 24 tímar. 

 

Avhending av fiskidøgum

Eftir uppskotinum til kunngerð kunnu loyvishavarar avhenda fiskidagar millum sín í bólkinum. Tað vil siga, at línuskip kunnu avhenda til onnur línuskip í bólkinum, og størru útróðrarbátum kunnu avhenda fiskidagar til aðrar bátar í bólkinum. Avhending er einans galdandi í 2022. Í kunngerðini eru ásettar reglur og mannagongdir í sambandi við  avhending. Tá avhendað verður, galda umrokningarvirðini í kunngerð um áseting og útrokning av fiskiorku í sambandi við avhending og flyting av fiskidøgum og broyting av fiskifari.

 

Aðrar ásetingar og treytir

Í skipanini í fiskiskapinum á Føroyabanka í 2022 verða annars hesar serreglur galdandi:

 

Fráboðanir o.tíl: Øll fiskifør, sum fara á Føroyabanka, skulu boða Vørn frá, tá farið verður úr havn, og tá komið er aftur í havn. Somuleiðis er treyt, at eisini bátar undir 15 tons, sum fara á Føroyabanka, skulu hava fylgisveinaútgerð umborð, sum er góðkend av Vørn, og sum til einhvørja tíð kann upplýsa um knattstøðuna hjá bátinum. 

 

Veiðihagtøl: Fyri at hava góð veiðihagtøl, er ásett, at fiskifar, sum á sama túri roynir aðrastaðni enn á Føroyabanka, skal, tá ið avreitt ella landað verður, tilskila, hvussu nógv av veiðuni er fingin á Føroyabanka.

 

Virking umborð: Eins og í øðrum fiskiskapi eftir botnfiski í føroyskum sjógv, er ikki loyvt at virka veiðu umborð. Virking umborð er, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur, avhøvdaður, skráskorin ella stertur skorin av, sama hvussu hann er goymdur. 

 

 

Kunning Meginfelag Útróðrarmanna:

Upprit um tilmæli frá Meginfelag Útróðrarmanna um vinnuligan fiskiskap á Føroyabanka

Á summri 2021 framdu fýra útróðrarbátar í bólki 4 og 5 vísindaligan royndarfiskiskap á Føroyabanka fyri Havstovuna. Fiskiskapurin vísti, at tað var nógv av hýsu og longu á bankanum, men lítið og einki av toski. Eftir hetta, á heysti 2021, samskiftu umboð fyri nevndina í Meginfelag Útróðrarmanna við távernadi landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at opna Føroyabanka fyri nakað av vinnuligum fiskiskapi við línu fyri útróðrarbátar í bólki 4 og 5. Mett varð, at bankin átti at tola eitt sindur av fiskiskapi, og at fiskiskapur hjá bólki 4 og 5 ikki fór at hava eitt stórt veiðitrýst við sær, m.a. tí veðrið fór sjálvvirkandi at seta sínar avmarkingar. Síðani, eftir innanhýsis samskifti í MÚ, varð eitt tilmæli til landsstýrismannin tilevnað og fráboða honum. 

 

Tilmælið frá MÚ

 

  1. Føroyabanki eigur at verða opnaður fyri vinnuligum fiskiskapi við línu fyri útróðrarbátar í bólki 4 og bólki 5 í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 15. septembur.
  2. Vinnuligur fiskiskapur á Føroyabanka eigur at verða tilskilaður bólki 4 og bólki 5 burturav. Línuskip í bólki 3, sum umframt at hava fiskirættindi í føroyskum øki eisini hava fingið tillutað nærum øll føroysk veiðirættindi í íslendskum øki, í grønlendskum øki og á Flemish Cap, eiga ikki at verða partur av fiskiskapinum á Føroyabanka. Somuleiðis eiga trolarar í bólki 2 ikki at fáa tillutað veiðirættindi á Føroyabanka.
  3. Bólkur 4:
    1. 300 fiskidagar tilsamans á Føroyabanka til bólk 4.
    2. Skipað sum felagsdagar við hámarki á 30 dagar til hvønn bát.
    3. Hin 1. august á hvørjum ári skulu óbrúktir fiskidagar leyslatast til bólk 4 sum heild at brúka frítt inntil hin 15. septembur.
  4. Bólkur 5
    1. 300 fiskidagar tilsamans á Føroyabanka til bólk 5.
    2. Skipað sum felagsdagar við hámarki á 30 dagar til hvønn bát.
    3. Hin 1. august á hvørjum ári skulu óbrúktir fiskidagar leyslatast til bólk 5 sum heild at brúka frítt inntil hin 15. Septembur.
  5. Óbrúktir dagar fella burtur, tá fiskiárið endar.

 

Tilmælið frá MÚ varð fráboðað undanfarna fiskimálaráðharra á fundi hin 18. novembur 2021 og síðani núverandi fiskimálaráðharra á fundi hin 4. mars 2022.

 

Hósdagin hin 31. mars 2022 sendi Fiskimálaráðið uppskot til kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2022 út í hoyring. Uppskotið var øðrvísi, enn Meginfelag Útróðrarmanna væntaði. M.a. var skjótt at rokna út, at Fiskimálaráðið hevði ætlan um at lata stórsta partin av samlaða veiðitrýstinum til bólk 3. Hoyringsfreistin hjá Fiskimálaráðnum var mánadagin hin 4. apríl 2022, altso fýra dagar seinni. Nevndin í Meginfelag Útróðrarmanna valdi at senda Fiskimálaráðnum tvey hoyringsskriv; eitt skrivað av aktøri í bólki 4 og eitt skrivað av aktøri í bólki 5. 

 

Teksturin í hoyringsfráboðanini til Fiskimálaráðið var soljóðandi:

“Viðheft er hoyringssvar frá Meginfelag Útróðrarmanna til kunngerð um veiðu á Føroyabanka. Skjølini eru hoyringssvarið frá Meginfelag Útróðrarmanna, men eru merkt soleiðis, at bólkarnir 4 og 5 fáa rúmd hvør sær - tó saman.

Skjal "bolk4" viðger generelt, men mest bólk 4.

Skjøl "bolk5a og bolk5b" eru eisini generel, men mest bólk 5.”

 

Meginfelag Útróðrarmanna hin 11. juni 2022

 

 

Hoyringsskriv bólkur 5a:

 

MEGINFELAG ÚTRÓÐRARMANNA

Tlf. +298 221422

teldup.: mu@mu.fo                                                                                  Klaksvík, 4. apríl  2021

 

 

Fiskivinnuráðið

Yviri við Strond 15

100Tórshavn

 

Hoyringsskriv: Um kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroya Banka í 2022

 

MÚ hevur fingið uppskotið til hoyringar. Fiskimálaráðnum kunnugt, so umboðar MÚ allan útróður - áhugamálini hjá bæði bólki 4 og 5. Eftirsum uppskotið leggur upp til, at bólkarnir verða viðgjørdir so ymiskt, so setur hetta MÚ sum felag í eina tvístøðu.

 

Hetta svarskrivið avspeglar tí uppfatanina, soleiðis sum umboð fyri bólk 5 í MÚ síggja kunngerðaruppskotið. 

 

Fiskirættindi á landgrunninum hjá bólkunum 3, 4 og 5

Í 1994 ásetti løgtingið (§ 29) í lógini um vinnuligan fiskiskap (LVF), at bólkarnir 3, 4 og 5 áttu ávikavist 23, 27 og 24 % og 28, 28 og 30 % av heildarkvotuni av ávikavist toski og hýsu á føroyska landgrunninum (§ 5, stk. 2 nr. 1). Býtið tók støði í ávísum søguligum viðurskiftunum.

 

Í viðmerking til ásetingina um felagskvotur § 5, stk, 5 (lt. 1993 s. 391) framgekk, at innanhýsis prosentparturin (felagskvotan) av ávikavist toska- og hýsukvotuni var støðugur og at felagskvotur í tonsum bert broyttust, um heildarkvoturnar (§ 5, stk. 2, nr. 1) broyttust.   

 

Í 1996 varð kvotaskipanin útskift við fiskidagaskipanina. Í 1996 ásetti løgtingið í § 29 í lógini, at bólkarnir 3, 4 og 5 undir einum áttu 34.360 fiskidagar. Býtið millum bólkarnar (felagsfiskidagarnir) vórðu ávikavist 3.040, 9.320 og 22.000 fiskidagar.

 

Umroknað til prosent, so var hetta ávikavist  8,9%, 27,1% og 64% av lógarásettu fiskidøgunum hjá bólki 3, 4 og 5.

 

Ávís avhendan (flytan) av fiskidøgum varð loyvd og fór fram úr bólki 4 til bólk 3 fiskiárið 2004/2005. Lógarásettu fiskidagarnir hjá bólki 4 undir einum minkaðu úr 8.468 fiskiárið 04/05 til 5.603 fiskidagar fiskiárið 05/06, meðan lógarásettu fiskidagarnir hjá bólki 3 vuksu úr 2.415 til 3.578 fiskidagar.

 

Seinasta tvey árini hevur aftur verið loyvt at flyta fiskidagar úr bólki 4 til bólk 3. 

 

Tað hevur ongantíð verið loyvt at flyta fiskirættindi/fiskidagar frá bólki 5 til aðrar bólkar. 

 

Prinsippið um, at bert virkin feløg/fiskifør fáa fiskirættindi 

Í mai 1987 var skipanin við veiðioyvum knæsett í føroyskari fiskivinnufyrisiting. Endamáið við skipani var m.a. at fyriskipa fiskiorku og harvið veiðitrýst á botnfiskastovnarnar á føroyska landgrunninum (§ 1)

 

Av § 2 í 1987-veiðiloyviskunngerðini framgekk beinleiðis, at bert virknu feløgini/fiskiførini í 1987 fingu útskrivað fiskiloyvi í 1987 og árini hereftir.

 

Av 1993-veiðiloyviskunngerðini var eingin áseting um, at bert virkin feløg/fiskifør høvdu rætt til fiskiloyvi. Hinvegin so ásetti løgtingið beinleiðis í lógini um vinnuligan fiskiskap í 1994 (§ 29, stk. 2), at bert fiskifør í vinnu ella sum sannlíkt fóru í vinnu fingu rættindi tillutað.

 

Soleiðis helt løgtingið fast um grundleggjandi princippið um, at bert vinnuliga virkin feløg/fiskifør fingu tillutað fiskirættindi og harvið rætt at fáa fiskiloyvi útskrivað. Við hesum var hetta principp nágreinað beinleiðis í lógarformi heldur enn í kunngerðarformi. 

 

Kunngerðaruppskotið 

Býti av fiskirættindum

Kunngerðaruppskotið leggur upp til, at:

  • bólkur 3 og 4 undir einum fáa 150 línufiskidagar hvør (hesir verða lætnir sum egnir dagar og eru umsetiligir)
  • at eigarar í bólki 5 fáa 30 fiskidagar (felagsdagar – snella/lína telur eins nógv) og roknaðir soleiðis, at hvør avreiðing telur sum ein dagur

      

Tá mest sannlíka effektiva fiskiorkan (tillutaðir fiskidagar x settir húkar pr. 24 tímar – sigling til og frá fiskileið) er útroknað (skjal 1), so leggur uppskotið upp til, at eigarar av fiskiførum í

  • bólki 3 fáa tillutað 65-70 % av rættindunum
  • bólki 4 fáa tillutað 26-28 % av rættindunum
  • bólki 5 fáa tillutað alt millum 0 og 5,5 % av rættindunum

 

Býtið, sum kunngerðinleggur upp til, er eitt nýbrot. Tað er skjótt at staðfesta, at tað er stórur munur á søguliga býtinum millum bólkarnar (upprunaliga á leið triðing til hvønn bólkin) og so tað býtið, sum kunngerðin leggur upp til. Truplari er at skilja og fáa eyga á lógligu og sakligu grundgevingarnar fyri hesi ógvusligu forskjóting – meira niðanfyri.

 

Veiðiloyvini

Kunngerðin leggur upp til, at verandi veiðiloyvir í einstaku bólkunum fáa tillutað fiskirættindi. Eingin áseting er í kunngerðini um, at rættarliga tóm og óvirkin feløg/fiskifør verða avskorin frá at fáa tillutað fiskirættindi – tvørturímóti. 

 

Kunngerðin er soleiðis eisini á hesum økinum eitt nýbrot í fyrisitan av botnfiskarættindum og botnfiskiskapi á føroyska landgrunninum. Við kunngerðini verður eitt vinnuliga óvirkið felag/fiskifar í bólkunum 3 og 4 betri stillað, enn eitt virkið felag í bólki 5, tá tað kemur til rættindi.

 

Lóglig og saklig fyrisitan   

Fiskimálaráðið eigur eingi fiskirættindi, men fyrisitur hesi fyri samfelagið Føroyar. Um Fiskimálaráðið brúkar royndirar hjá skipum í bólkunum 3, 4 og 5 á bankanum seinastu árini, so hevur hetta verið eitt gullnám, uttan mun til hvønn bólk (3, 4 og 5) talan hevur verið um.

Løggildisgrundreglan – tað at ein myndugleiki fyrisitur við heimild í lóg og í samsvari við lóg og annars tekur avgerðir á sakligum grundarlagi – er ein grundleggjandi fyrtreyt fyri eitt og hvørt rættarsamfelag. 

Eingin ivi er um, at lógin um sjófeingi heimilar landsstýrismanninum at skipa rættindi og fiskiskap. Spurningurin er heldur, hvussu hann tryggjar sær, at fyrisitanin er í samsvari við lóg og at avgerðir annars eru sakligar.

Sum hoyringspartur kunnu vit bert fyrihalda okkum til tað tilfar, sum Fiskimálaráðið sendir út  til hoyringar, í hesum førum kunngerðaruppskotið og viðhefta uppritið. 

Ein kundi vænta, at tað í uppritinum varð útgreinað, hvussu ráðið kemur til sínar niðurstøður og hvat sakliga grundarlagið er fyri teimum, men so er ikki. Uppritið staðfestir stutt, hvør skipanin hevur verið og hvør ætlanin hjá landsstýrismanninum er.  

Hettar reisir fleiri spurningar, eitt nú:

  • Hví fylgir landsstýrismaðurin ikki lógarásetta bólkabýtinum á landgrunninum annars?
  • Hvat er sakliga grundarlagið fyri at ikki at gera tað? 
  • Hvar í lógini um sjófeingi verður landsstýrismanninum heimilað at diskriminera vinnufeløg í kunngerð?
  • Hvørjar sakligar grundgevingar liggja til grund fyri tørvinum á vinnuligu diskriminatiónini, sum framgongur av kunngerðaruppskotinum?
  • Nær og í hvørjari nýggjari lógaráseting hevur løgtingið samtykt, at vinnuliga óvirkin feløg/fiskifør (tóm veiðiloyvi) aftur hava rætt til fiskirættindi?
  • Hvussu grundgevur landsstýrismaðurin fyri, at hann í ávísum førum lógliga og sakliga stillar vinnuliga ó-virkin feløg/fiskifør (tóm veiðiloyvi) betur enn vinnuliga virkin feløg í samband við tillutan av fiskirættindum? 

Alt hetta átti sum ein sjálvfylgja at framgingið av uppritinum, soleiðis at allir aktørar, sum verða fevndir av kunngerðini, reelt kunnu fyrihalda seg meiningsfult til tilfarið. 

 

Niðurløga

Vit heita staðiliga á landsstýrismannin um ikki at lýsa kunngerðina við verandi orðing. Kunngerðin leggur upp til, at feløg/skip í bólki 3 og 4 fáa rættindini á bankanum, sama um tey eru virkin ella ikki. Harumframt leggur hon upp til eitt býti, sum fullkomuliga avlagar søguliga býtið bólkanna millum. Í hesum liggur eisini ein diskriminatión, sum landsstýrismaðurin ikki hevur grundgivið fyri.

 

Vit meta ikki, at uppskotið er í samsvari við lógina ella andan í lógini um sjófeingi og heldur ikki í samsvari við søguliga fyrisitan av føroyskum botnfiskarættindum. Vit fara at heita á landsstýrismannin um 

  • at halda seg til lógarásetta býtið bólkanna millum, galdandi fyri landgrunnin, og
  • at halda seg til tað einaferð lógarásetta prinsippið um, at vinnuliga ó-virkin feløg/fiskifør (tømd veiðiloyvi) ikki fáa tillutað nýggj fiskirættindi

 

Virðingamest

 

Meginfelag Útróðrarmanna (MÚ)

 

 

Skjal bólkur 5b:

 

Skjal 1.

Útroknan av fiskiorku á Føroya Banka samsvarandi kunngerðaruppskotinum

 

Bólkur 3

Kunngerðin ásetir, at fiskifør í bólki 3 undir einum fáa 150 fiskidagar ella 8 fiskidagar í part. Undir vanligum umstøðum er ikki tørvur á at sigla aftur at landi innanfyri 8 dagar. Um øll fiskiførini í bólkinum gera brúk av egnum rættindum, so er talan um, at 8 fiskidagar verða til 7 effektivar fiskidagar fyri hvørt fiskifarið (sigling til og frá fiskileið trekt frá).

Frystilínuskipini seta í miðal 40-50.000 húkar pr. 24 tímar. Roknað uppá 8 fiskifør í 7 fiskidagar uppá hvør skipið gevur (45.000 x 8 x 7) ella tilsamans 2.520.000 húkar.

Ísfiskalínuskipini seta í miðal 30-40.000 húkar pr. 24 tímar. Roknað uppá 11 fiskifør í 7 fiskidagar uppá hvørt skipið gevur (35.000 x 11 x 7) ella tilsamans 2.695.000 húkar.

150 fiskidagar hjá bólki 3 geva sostatt eina fiskiorku uppá umleið 5.215.000 húkar.

 

Bólkur 4

Kunngerðin ásetir, at fiskifør í bólki 4 undir einum fáa 150 fiskidagar ella 8 fiskidagar í part. Bókur 4 fevnir um tvey skipasløg, tey við egningarmaskinu og tey við egning í landi. 

Roknast má við, at fiskiførini við egningarmaskinu gera tveir túrar í 8 dagar, harav 2 dagar fara til sigling, t.v.s. at dagarnir hjá hesum í miðal eru 75 % effektivir fiskidagar og 8 fiskidagar verða soleiðis til 6 fiskidagar. 

Bátarnir í bólki 4 við egningarmaskinu seta í miðal 25-30.000 húkar. Roknað uppá 4 fiskifør í 6 fiskidagar uppá hvønn bátin gevur tað (27.500 x 4 x 6) ella tilsamans 660.000 húkar.

Bátarnir í bólki 4 uttan egningarmaskinu seta í miðal 15-18.000 húkar. Um restin av fiskidøgunum (118) hjá bólki 4 verða brúktir av fiskiførum uttan egningarmaskinu við einum effektiviteti uppá 66 % so gevur tað  (16.500 x 118 x 0,66) ella tilsamans 1.285.020 húkar.

150 fiskidagar hjá bólki 4 geva sostatt eina fiskiorku uppá umleið 1.945.020 húkar

 

Bólkur 5

Kunngerðin ásetur, at fiskifør í bólki 5 undir einum fáa 30 fiskidagar sum felags fiskidagar. Roknast má við, at ein útróðrarbátur í bólki 5 í fiskiskap við línu hevur tørv á at sigla aftur at landi eftir hvørja setu, partvís eftir reiðskapi og partvís at landa. 

30 línufiskidagar hjá bólki 5 verða sostatt ongantíð til annað enn 30 effektivir dagar hjá hesum bólki.

Ein útróðrarbátur í bólki 5 setur í miðal 12.000-15.000 húka pr. 24 tímar. 30 fiskidagar hjá bólki 5 (um alt gerst línudagar) geva sostatt (13.500 x 30) ella eina fiskiorku uppá samlað 405.000 húkar  

 

Skjal 1.

 

Kunngerðin samlað

Kunngerðin leggur sostatt upp til, at 7.565.000 húkar verða settir á Føroya Banka í 2022.

Umroknað til fiskiorku, so fær:

  • bólkur 3 tillutað uml. 70 % av loyvdu fiskiorkuni
  • bólkur 4 tillutað uml. 26 % av loyvdu fiskiorkuni  
  • bólkur 5 fær tillutað millum 0 og 4 %, alt eftir um dagarnir verða brúktir sum snellu ella snørisdagar ella dagarnir verða brúktir sum línudagar

 

Bólkabýtið í % av heildarkvotu av toski og hýsu sambært lógina í 1994

 

Bólkabýtið í fiskidøgum sambært lógina í 1996

 

 

Hoyringsskriv bólkur 4:

 

Hoyringsskriv í.s.v. uppskot um kunngerð um línuveiðu á Føroyabanka

3. apríl 2022
 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sent uppskot um kunngerð um línuveiðu á Føroyabanka í almenna hoyring.

 

Uppskotið leggur upp til, at tillutast skulu 150 fiskidagar til bólk 3, 150 fiskidagar til bólk 4 og 30 fiskidagar til bólk 5, og at dagarnir eru felags dagar við hámarki á 8 dagar. Harumframt leggur uppskotið m.a. í grein 7 upp til, at egnir hámarksdagar kunnu avhendast innanfyri sama bólk (undantikið bólkur 5), og í grein 6 at fiskidagarnir telja samsvarandi ásetingunum í lóg um sjófeingi (sum merkir, at dagarnir byrja at telja, frá tí at farið verður úr havn og inntil komið er aftur í havn). Síðani leggur kunngerðin í grein 12 upp til, at fiskiskip kunnu flyta av eini fiskileið inn á Føroyabanka og øvugt av Føroybanka og á aðra fiskileið.

 

Hetta hoyringsskriv fer at vísa á, at omanfyrinevnda deiling av fiskidøgunum á Føroyabanka í veruleikanum er ein grov forfordeiling til fyrimuns fyri bólki 3, har landsstýrismaðurin reelt deilir 74% av kvotuni til bólk 3, 21% av kvotuni til bólk 4 og 5% til bólk 5. Hoyringsskrivið tekur støði í, hvussu stórt veiðitrýst, og harvið kvotugrundarlag, dagarnir merkja fyri omanfyrinevndu bólkar.

Síðani hevur hoyringsskrivið eisini uppskot um hvørjar broytingar landsstýrismaðurin eigur at gera, áðrenn hann lýsir kunngerðina, soleiðis at teir mismunir, sum uppskotið leggur upp til, kunnu verða rættaðir.

 

 

 

Sigling til og frá fiskileið

Uppskotið til kunngerð leggur upp til, at fiskidagarnir skulu telja sambært ásetingunum í lóg um sjófeingi. Tað merkir, at sigling til og frá fiskileið telur við í fiskidagatalinum, uttan í bólki 5, har ein annarleiðis skipan er galdandi, sum merkir, at ein avreiðing telur sum ein fiskidagur.

 

Fyri bólk 3 og 4 merkir hetta, at skiparin skal melda til FBS-skipanina hjá Vørn, nær hann er farin úr havn, og síðani aftur boða frá, nær skipið er komið í havn aftur. Fiskidagarnir telja frá kaikanti til kaikant.

 

Fyri bólk 3 hevur hetta nógv minni at siga enn fyri bólk 4, tí í bólki 3 eru skipini so mikið stór, at tey gott kunnu byrja túr á vanliga landgrunninum, og síðani flyta av hesi fiskileiðini, sum kann vera beint við Føroyabanka, uttan at sigla stórvegis, fyri síðani at veiða í sínar 8 dagar, og so aftur flyta stutt út um markið á aðra fiskileið aftur. Tað merkir í verki, at línuskipini í bólki 3 fara at kunnu brúka so gott sum allar sínar fiskidagar effektivt á bankanum (við at flyta øki mitt á túri).

 

Fyri bólk 4 hevur siglingin hinvegin øgiliga nógv at siga, tí bátarnir í bólki 4 eru nógv minni og eru avmarkaðir við línu- og lastamøguleikum. Bátarnir í bólki 4 hava bert møguleika at vera í millum 1 til 3 dagar til fiskiskap í senn. Fyri flestu av bátunum í bólki 4 merkir tað, at teir skulu brúka ein heilan fiskidag at sigla til og frá fiskileið og síðani veiða í eitt døgn (hava í millum 100 og 120 stampar við sær). Við øðrum orðum merkir tað, at bátarnir skulu brúka 50% av sínum fiskidøgum at sigla til og frá fiskileið. Í bólki 4 eru eisini tríggir størri bátar við autolínuskipan, sum fara at  megna at veiða í 3 dagar í senn; hesir skulu sostatt brúka 25% av sínum fiskidøgum at sigla til og frá fiskileið. Tað tekur umleið 12 tímar at sigla út á Føroyabanka úr Miðvági og úr t.d. Klaksvík tekur teinurin 14 tímar.

Samanumtikið fara skipini í bólki 3, alt í alt og í ringasta føri, at brúka nakrar fáar fiskidagar til sigling til og frá fiskileiði, í meðan bátarnir í bólki 4 hinvegin (alt í alt) fara at brúka í minsta lagi umleið 30-40% av fiskidøgunum til sigling til og frá fiskileiði.

 

Tað er tí í hesum sambandi heilt burturvið at halda, at tað er býtt javnt í millum bólk 3 og bólk 4, tá uppskotið leggur upp til, at bólkarnir skulu fáa 150 dagar hvør.

 

 

Umrokning av fiskidøgum við avhending

Uppskotið leggur eisini upp til, at hámarksdagarnir hjá fiskiførunum í ávikavist bólki 3 og bólki 4 kunnu avhendast til annað fiskifar í sama bólki. Í hesum sambandi arbeiðir Fiskimálaráðið við eini kunngerð um roking av veiðiorku í samband við avhending av døgum, sum als ikki fylgir nøkrum proportionalitetsprinsippum í mun til viðgerð av ymsu bólkunum, hóast tað annars er júst tað, kunngerðin skal eitast at gera. Kunngerðin arbeiðir við tí hugtaki, at longd x breidd x dýbd á einum skipi er tað sama sum veiðitrýstið hjá skipinum.

 

Í bólki 3 eru bæði størri og smærri skip (veiðiloyvir), har størsta skipið er 8,1 ferðir størri enn tað minsta skipið. Síðani er rættuliga blandað, hvussu stór veiðiloyvini í bólki 3 eru. Tað eru fleiri loyvir, sum eru 6-7 ferðir minni enn tað størsta, og síðani eru fleiri loyvir, sum eisini eru stór, men ikki líka stór sum tað størsta. Alt í alt eru nógv loyvir, sum eru meira enn 4 ferðir størri enn tey minnu loyvini.

 

Hóast hesi lutføll, so loyvir kunngerðin hjá Fiskimálaráðnum øllum hesum skipum at avhenda fiskidagar sínamillum í lutfallinum 1:1. Tað er bara í einum einstøkum føri, at avhendingin ikki fer fram í lutfallinum 1:1, og tað er tá tað minsta loyvið avhendar til tað størsta loyvið, har lutfallið í millum støddirnar á báðum loyvunum er 1:8,1.

 

Í bólki 4 eru eisini størri og smærri bátar, men lutfallið í millum størstu og minstu veiðiloyvini er nógv minni enn hjá bólki 3, tí størsta veiðiloyvið er um 4 ferðir størri enn minstu loyvini. Men tá tað kemur til avhendingar av fiskidøgum í bólki 4, setir kunngerðin hjá Fiskmálaranum hinvegin lutfalsliga markantar umrokningsfaktorar, har fiskidagarnir bert telja í millum 0,42 til 0,78, tá hesir verða avhendaðir uppeftir í millum bátarnar í bólki 4.

 

Fyri fólk flest er lætt at skilja, at nokk so greiður missmunur verður gjørdur í millum bólk 3 og bólk 4, tá tað í bólki 3 ber til at avhenda fiskidagar í lutfallinum 1:1, hóast dagarnir verða fluttir til eitt skip, sum næstan er 8 ferðir størri enn tað, sum avhendar dagarar, í meðan fiskidagarnir skulu roknast í lutfallinum 1:0,42, tá hesir verða avhendaðir í bólki 4 til eitt skip, sum bert er 4 ferðir størri enn tað, sum avhendar dagarnar.

 

Hví Fiskimálaráðið hevur gjørt kunngerðina um rokning av veiðiorku í samband við avhending, sum tey hava, er sera trupult at skilja.

 

 

 

 

Niðanfyri er ein (kvalifiserað) meting av, hvussu veiðitrýstið í sambandi við fiskiskapin á Føroyabanka fer at verða, og harvið hvussu veruliga deilingin av veiðitrýstinum er.

 

Bólkur 3 (150 dagar tilsamans):

Væntandi fara trý ísfiskaskip at brúka sínar 8 dagar í part, og síðani fara frystilínuskip at brúka restina av døgunum. Væntandi fara dagar, hoyrandi til nøkur av smærru loyvunum, at verða avhendað til størru skipini.

 

Fiskidagar ísfiskalínuskip: 24 dagar,

har av sigling til og frá fiskileið: 3 dagar (í ringasta føri)

Netto fiskidagar til fiskiskap á Føroyabanka: 21 dagar

Nøgd av húkum hvønn dag: 30.000 (í minsta lagi)

Veiðitrýst ísfiskaskip bólkur 3:   630.000 húkar    

 

Fiskidagar frystilínuskip: 126 dagar,

har av sigling til og frá fiskileið: 8 dagar (í ringast føri)

Netto fiskidagar til fiskiskap á Føroyabanka: 118 dagar

Nøgd av húkum hvønn dag: 45.000 (í minsta lagi)

Veiðitrýst ísfiskaskip bólkur 3:   5.310.000 húkar   

Veiðitrýst bólkur 3:   5.940.000 húkar

 

Bólkur 4 (150 dagar tilsamans):

Væntandi fara tríggir útróðrarbátar við autolínuskipan at brúka sínar 8 dagar í part. Hesir kunnu eisini væntast at fara at keypa nakrar dagar frá øðrum í bólki 4. Og síðani fara bátar, sum brúka hondengda línu ella línu, egnda við trakt, at brúka restina av døgunum. Hugsandi er, at onkrir dagar, hoyrandi til nøkur av smærru loyvunum, fara at verða avhendað til aðrar meðal størri bátar.

 

Fiskidagar útróðrarbátar við autolínu: 32 dagar,

har av sigling til og frá fiskileið: 8 dagar

Netto fiskidagar til fiskiskap á Føroyabanka: 24 dagar

Nøgd av húkum hvønn dag: 24.000 (maksimum)

Veiðitrýst størri útróðrarbátar bólkur 4:   576.000 húkar

 

Fiskidagar útróðrarbátar hondengt ella trakt: 118 dagar,

har av sigling til og frá fiskileið: 59 dagar.

Nøgd av húkum hvønn dag: 18.000 (meðal fyri allar bátarnar)

Veiðitrýst útróðrarbátar hondengt ella trakt:  1.062.000

Veiðitrýst bólkur 4:   1.638.000 húkar

 

Bólkur 5 (30 dagar tilsamans):

Tað er nokk so ójavnt, hvussu nógva línu bátar í bólki 5 megna at hava við sær út á Føroyabanka, men um vit taka útgangaspunkt í hægsta felagsnevnara, so er talan um 13.000 húkar. Bólkur 5 virkar annarleiðis í fiskidagaskipanini har at ein landing telur ein fiskidag. Tað merkir, at siglingin til og frá fiskileið ikki telur við.

 

Fiskidagar útróðrarbátar Bólkur 5: 30 dagar,

har av sigling til og frá fiskileið: 0 dagar (sigling telur ikki við hjá bólki 5, har ein landing telur ein fiskidag)

Netto fiskidagar til fiskiskap á Føroyabanka: 30 dagar

Nøgd av húkum hvønn fiskitúr: 13.000

Veiðitrýst bólkur 5:   390.000 húkar

Væntað veiðinøgd og avreiðingarvirðir.

Um mann síðani leggur royndarfiskiskapin, sum ANRU framdi fyri Havnstovuna á summri í 2021, til grund, fara skip og bátar í ávikavist bólki 3, 4 og 5 av veiða tær nøgdir og vinna tey avreiðingarvirðir, sum niðanfyri roknað:

 

Fiskiskapurin verður væntandi 55% hýsa, 32% longa, 6% skøta, 5% brosma, 4% havtaska, 1% toskur og síðani eitt sindur av kalva hvítingi, Lýra og upsa.

 

Bólkur 3:

Veiðinøgd:

5.940.000 húkar á í meðal 0,317 kg av kruvdum fiski pr. húk = 1.883,0 tons (av kruvdum fiski)

Avreiðingarvirði:

Meðalavreiðingarprísur 18 kr/kg = 33,9 mió krónur.

 

Bólkur 4:

Veiðinøgd:

1.638.000 húkar á í meðal 0,317 kg av kruvdum fiski pr. húk = 519,2 tons (av kruvdum fiski)

Avreiðingarvirði:

Meðalavreiðingarprísur 18 kr/kg = 9,3 mió krónur.

 

Bólkur 5:

Veiðinøgd:

390.000 húkar á í meðal 0,317 kg av kruvdum fiski pr. húk = 123,6 tons (av kruvdum fiski)

Avreiðingarvirði:

Meðalavreiðingarprísur 18 kr/kg = 2,2 mió krónur.

 

 

 

Niðurstøða:

Av útrokningunum sæst, at tá greinað verður, hvussu fiskidagarnir á Føroyabanka, sum uppskotið hjá landsstýrismanninum leggur upp til, í praksis fara at verða brúktir, fer bólkur 3 væntandi at hava eitt veiðitrýst á 5.940.000 húkar við sær, bólkur 4 eitt veiðitrýst á 1.638.000 húkar og bólkur 5 390.000 húkar. Við øðrum orðum leggur uppskotið hjá landsstýrismanninum upp til at deila ‘kvotuna’ og virðini á Føroyabanka við yvir 74% til bólk 3, minni enn 21% til bólk 4 og 5% til bólk 5.

Fyri t.d. bólk 4 hevur Føroyabanki júst nú alt at siga, tí fiskiskapurin á landgrunninum er (í meðal) sera vánaligur, og bólkurin hevur ikki annað kvotugrundarlag.

Fyri bólk 3 hinvegin er kvotugrundarlagið so ómetaliga nógv størri og fjøltáttað, at júst kvotugrundarlagið á Føroyabanka bert er meira omaná alt møguligt annað. Bólkur 3 fekk í 2021 frá Fiskimálaráðnum 5.616 tons av makrelkvotu (sum hevur eitt avreiðingarvirði á umleið 45 mió krónur), umframt kvotu á Flemish Cap og í Grønlandi. Harumframt eigur bólkur 3 so gott sum alla tí føroysku botnfiskakvotuna í Íslandi og við uppskoti um kunngerð, sum júst nú er til almenna hoyring, ætlar Fiskimálaráðið, at bólkur 3 eisini skal hava botnfiskakvotuna í bretskum øki (sum annars er goldin við toski og hýsu í føroyskum øki, sum er einasta kvotugrundarlagið hjá bólki 4).

Samanumtikið er ringt at skilja, at Fiskimálaráðið áhaldandi fremur so grovan missmun í millum bólk 3 og bólk 4.  

 

Gjørt verður vart við, at útrokningin í greiningini í minni mun hevur tikið hædd fyri, at avhendingar sannlíkt fara at verða gjørdar innanhýsis í bólki 3 og innanhýsis í bólki 4, og at hesar fara at skeikla lutfallið enn meira, tí í meðan avhendingarnar í bólki 3 fara at kunna framjast í lutfallinum 1:1, fara avhendingarnar í bólki 4 at verða framdar í lutfallinum 1:0,75 og niður í lutfallið 1:0,42. Tað merkir við øðrum orðum, at veiðitrýstið hjá bólki 3 verður tað sama hóast avhendingar verða framdar í millum loyvir, sum eru sera ymisk í stødd (lutfall 1:8), í meðan tøku dagarnir hjá bólki 4 fara at gerst til enn færri hóast dagarnir vera avhendir í millum loyvir har støddar munurin er nógv minni enn í bólki 3.

 

 

Endalig niðurstøða:

Bólkur 3 fer nokk so greitt at varveita allar sínar fiskidagar hóast avhendingar, og fer ikki at missa stórvegis fiskidagar til sigling til og frá fiskileið. Harumframt er dagliga veiðitrýstið hjá bólki 3 lutfallsliga nógv størst, tí skipini í bólki 3 draga nógv flest húkar um døgni.

Samaumtikið fer bólkur 3 at hava næstan allar sínar 150 dagarnar tøkar til faktiskan fiskiskap á bankanum.

Bólkur 4 fer nokk so greitt at missa fitt av fiskidøgum, tá ymsar avhendingar sannlíkt fara at verða framdar inni í bólkinum, og harumframt fer bólkur 4 at brúka nokk so nógv av sínum fiskidøgum til at sigla til og frá fiskileið.  

Samanumtikið fer bólkur 4 at hava um 75 dagar til faktiskan fiskiskap á bankanum, eftir at umrokningar í.s.v. avhendingar og sigling er trekt frá.

Bólkur 5 fer at varveita sínar 30 dagar til faktiskan fiskiskap á bankanum, tí bólkur 5 hevur serligar reglur í lóg um sjófeingi av virka undir, har fiskidagarnir ikki telja á sama hátt, tí bátarnir hava ikki somu krøv um at vera partur av FBS yvirvøkuskipanini hjá Vørn. Hjá bátum í bólki 5 telur ein landing sum ein fiskidagur, óansæð hvussu leingi báturin hevur verið til fiskiskap írokna sigling.

 

 

 

Tilmæli:

Vit halda, at uppskotið frá landsstýrismanninum ger sera stóran mismun í millum bólk 3 og bólk 4, og at hesin mismunur er alt ov stórur í mun til hvat samfelagið sum heild kann góðtaka. Í hesum sambandi verður samstundis eisini víst á, at Fiskimálaráðið seinnu árini hevur latið so øgiliga nógv onnur veiðirættindi og kvotugrundarlag til bólk 3, í meðan fakta er, at einki er latið bólki 4. Heldur tvørtur í móti hevur fyrst Løgtingið og síðani Fiskimálaráðið seinastu árini bert tikið (fiskidagar) frá bólki 4. Eisini kann nevnast, at árið 2021 var eitt sera vánaligt fiskiár á føroyska landgrunninum og at 2022 higartil er dupult so vánaligt sum 2021. Og harumframt hevur Landsstýrismaðurin nú sanstundis annað uppskot um kunngerð um m.a. botnfisk í bretskum sjógvi til hoyringar. Í hesi er í uppskoti, at bólkur 3 einsamallur skal hava botnfiskakvotu áljóðandi 730 tons av rundum fiski.

Tað er tí sera umráðandi, at landsstýrismaðurin í samband við Føroyabanka stillar bólkarnar faktuelt meira rættvíst í mun til hvønn annan, tí uppskotið til kunngerð, sum tað liggur nú, er alt ov nógv skeiklað. Tað kann verða gjørt við tveimum broytingum í uppskotinum til kunngerð.

 

 

 

  1. Mælt verður til, at landsstýrismaðurin rættar mismunin í millum bólk 3 og bólk 4, tá fiskidagar skulu avhendast innanhýsis í bólkinum. Konkret verður mælt til, at landsstýrismaðurin antin setir somu kørv um forholdsrokning av stødd av veiðiloyvum, tá skip í bólki 3 avhenda sínamillum, ella at landsstýrismaðurin strikar grein 7, stk. 3 í uppskotinum til kunngerð, og í staðin ásetur, at fiskdagar verða avhendaðir í lutfallinum 1:1 bæði í bólki 3 og bólki 4. Alternativt kann landsstýrismaðurin eisini rætta mismunin við at leggja umleið 20 dagar afturat døgunum til bólk 4, soleiðis at hædd verður tikin fyri, at bólkur 4 fer at missa forholdsvís fleiri fiskidagar í.s.v. avhendingar inni í bólkinum (meting).  

 

  1. Harumframt verður landsstýrismaðurin mæltur til at taka hædd fyri, at bólkur 4 (í mun til bólk 3 og bólk 5) fer at brúka rættuliga nógvar av sínum fiskidøgum til at sigla til og frá fiskileið í staðin fyri faktuella veiðu á bankanum.

Konkret verður mælt til, at landsstýrismaðurin rættar hendan missmunin við at leggja 50 dagar afturat døgunum til bólk 4. Hetta er ein væl meira einfald loysn í mun til at innføra serligar reglur um hvussu fiskidagarnir skulu telja í mun til fiskiskapin á landgrunninum. Ein tílíkur leistur vildi havt við sær, at Vørn skal gera um upp á sínar skipanir og sítt eftirlit.

 

 

Fiskamarknaður Føroya
  • METING AV GÓLVSØLU
  • Meting 22-10-2024
    Eiði 0 kg
    Klaksvík 0 kg
    Leirvík 0 kg
    Miðvágur 0 kg
    Toftir 0 kg
    Tórshavn 0 kg
    Tvøroyri 0 kg
    Vágur 0 kg
    Samla.......... 0 kg
    Les meira
  • GÓLVSØLU YVIRLIT
  • Sølur 22-10-2024
    Samla............ 0 kg
  • TELEFONSØLUR
  • Sølur 22-10-2024
    Samla........... 0 kg
Veðurstovur